Hetta eru alt kløði, ið U2 hevur brúkt, og sum Lola tók frá bólkinum, tá hon arbeiddi saman við teimum í 1987. Í 2002 setti hon tingini á uppboðssølu á heimskendu uppboðssøluni Christies. Tá bólkurin hoyrdi hetta, fekk hon boð frá teimum, um ikki at selja lutirnar. Hetta fann hon seg ikki í og fór tí í rættin við bólkinum, skrivar dr.dk.
Lola vildi vera við, at hon hevði fingið lutirnar frá bólkinum, m.a. Stetson hattin, ið Bono er í á Rattle and Hum húsanum. Men nú hevur rætturin avgjørt, at tað hevur hon ikki, tí noyðist hon at lata U2 lutirnar aftur.










