U2 og Green Day spæla lag inn saman

Írski rokkbólkurin U2 og amerikansku punkrokkararnir úr Green Day eru í hesum døgum í upptøkuhølinum saman. Bólkarnir spæla inn sína felags útgávu av gamla punk lagnum The Saints Are Coming hjá The Skids.

 
 
Samstarvið er komið í lag, sum stuðul til tiltakið Music Rising, ið sett á stovn fyri at fíggja nýggj ljóðføri til teir New Orleans tónleikarar, ið mistu sínar vinnumøguleikar í ódnini Katarinu í fjør.
Lagið verður til sølu skjótt.