Hesa vikuna vitjar rithøvundin, tónleikarin og presturin, Jakob Brønnum, í Hoyvíkar kirkju.
Jakob Brønnum hevur skrivað fleiri bøkur og er ritstjóri á blaðnum hjá danska prestafelagnum. Hann er giftur Rúnu úr Baianstovu úr Havn.
Skráin fyr vitjanina er hendan:
Týskvøldið 7. apríl kl. 19.30: Kærleikin er at býta. U2 og Bíblian.
Hóskvøldið 9. april kl. 19.30: Sangir við himinsins portur - Bob Dylan og Bíblian.
Fríggjakvøldið 10. apríl kl. 20:
Kirkjukonsert: U2, Dylan og eitt einstakt Beatles-lag!
Meira um Jakob Brønnum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER