U19 til Serbia

Føroyska U19 manslandsliðið skal til Serbia at spæla EM undankapping komandi heyst. Tað gjørdist úrslitið av lutakastinum, ið hildið varð á UEFA høvuðsborgini í Nyon í Sveis í dag, mikudagin 3. desember. Føroyar komu í bólk við Serbia, Grikkaland og Hvítarussland. Londini komu ásamt um at spæla kappingina í Serbia í døgunum 6., 8. og 11. oktober 2009. U19 landsliðið var eisini í kapping við Hvítarusslandi í ár. Hóast hvítarussar vóru vertir fyri kappingini, so vunnu teir bert við 1-0 móti føroysku U19 monnunum, og tað enntá upp á eitt ógvuliga ivasamt brotsspark.