U19: Tapti tepurt fyri Litava

Føroyska U19-landsliðið tapti tepurt 23-26 fyri Litava eftir 11-14 í hálvleikinum. Hetta var dysturin um 15. pláss í European Open.

 

Hetta merkir, at føroyska liðið endar sum nummar 16 av 22 liðum. Eitt gott avrik, har vit enda frammanfyri tjóðir vit í hondbóltshøpi vanliga samanbera okkum við, lið so sum Italia, Belgia og Finland, skrivar hsf.fo.

 

Í bólkaspælinum vann U19 landsliðið á Estlandi, Slovakia og Finlandi, men mátti í millum spælinum lúta greitt fyri Hollandi og Tjekkia.

 

Føroyar – Litava 23-26(11-14)

Málskjúttar vóru: Áki Egilsnes 6, Kjartan Johannesen 4, Helgi Hoydal 3, Eirikur Jákupsson Simonsen 3, Tróndur Arge 2, Rói B. Hansen 2, Jónas G. Djurhuus 1, Allan Norðberg 1, Hanus Christophersen 1