U19 tapti tepurt

Úrslitið var ikki eftir vild, tá ið U-19 fótbóltslandsliðið í gjár í Lyngby Cup spældi um bólkasigurin ímóti talentliðnum hjá AGF.

Úrslitið var 1-0 til AGF, eftir málleyst fyrra umfar. Einsamalla málið varð skorað fýra minuttir eftir steðgin, tá ið tað var so mikið óheppið, at innlegg snittaði føroyskan verjuspælara og harvið snýtti Hans Jørgensen í føroyska málinum.

Í dag er frídagur, og føroyska liðið spælir aftur seinnapartin í morgin og fyrrapartin leygardagin.