Eisini hjá føroysku U19-monnunum lá væl fyri í kvøld, tí teir vóru ivaleysir og vunnu ein 3-0 sigur á Íslandi. Sigurin gjørdist bara meira og meira sannførandi, sum dystinum leið.
Í fyrsta setti var munurin ikki tann stóri, og tað eydnaðist ikki Føroyum at avgera beinanvegin, so her endaði tað 26-24 til Føroyar.
So fór at ganga betur, tí í øðrum setti bleiv tað 25-18 og at enda í triðja setti reinur avsmurningur, 25-10, so talan samanlagt gjørdist um ein sera sannførandi sigur.
Longu í morginárini skulu føroysku U19-landsliðini aftur í eldin, í báðum førum ímóti Danmark, sum í dag hevur koppað Norra í tveimum fimmsettarum. Kvinnurnar spæla longu klokkan 9 og menninir klokkan 11.