Bronsudysturin hjá monnunum í morgin klokkan 14.30 verður ein endurtøka av fyrsta innleiðandi dystinum, tí mótstøðuliðið verður aftur hesa ferð Ísland. Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar 3-0, og vónandi gongst líka væl í morgin.
Í kvøld hava U19-menninir spælt síðsta innleiðandi dystin í NEVZA-meistarakappingini, sum var ímóti Norra, og úrslitið gjørdist ein rímiliga greiður norskur 3-0 sigur. Settini endaðu 25-14, 25-20 og 25-19.
Sostatt hava bæði tey føroysku U19-liðini í morgin møguleika at vinna heiðursmerki, sum má sigast at vera framúr gott úrslit. Og serliga spennandi verður tað hjá kvinnunum, sum jú skulu spæla finalu ímóti Danmark, sum tær taptu tepurt fyri innleiðandi. Skráin í morgin sær soleiðis út:
Bronsudystir og finalur
10.00 Bronsudystur: Norra-Ísland (kvinnur)
12.00 Finala: Danmark-Norra (menn)
14.30 Bronsudystur: Føroyar-Ísland (menn)
16.30 Finala: Føroyar-Danmark (kvinnur)