U19-landsliðsleikari týðandi leiklut í steypasigri

Skoraði tá AC Horsens U19 vann pláss í hálvfinaluni

Í Horsens fegnast tey í dag yvir, at U19 liðið hjá AC Horsens í gjárkvøldið tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni í ungdómssteypakappingini. Millum teirra, ið fegnast, er føroyski U19 landsliðsleikarin David Müller. Hann hevur eisini eina serliga orsøk at fegnast, tí hann skoraði einasta málið hjá AC Horsens í gjár. David Müller er sonur fyrrverandi A-landsliðsleikaran, Jan Allan Müller.


Í fjórðingsfinaluni hevði AC Horsens heimavøll móti Vejles Ligahold, ið liggur eina deild hægri enn AC Horsens U19. Men hóast AC Horsens var at meta sum veikara liðið, so var tað júst heimaliðið, ið legði seg á odda.


Sambært heimasíðuni hjá felagnum, so hendi tað í 2. hálvleiki, tá ein skotroynd hjá Kristian Skovbjerg varð blokerað. Bólturin stakk tó til føroyska U19-landsliðsleikaran David Müller, ið skallaði bóltin í málið til støðuna 1-0 til AC Horsens.


Tað eydnaðist tó Vejle at javna stutt undan dystarenda, og sostatt mátti dysturin avgerast við brotssparkskapping. Hana vann heimaliðið, og harvið eru AC Horsens og David Müller víðari til hálvfinaluna í donsku steypakappingina fyri ungdómslið.