U19-landsliðið í eldin á heimavølli

Í dag verður farið undir EM-undankapping fyri U19-landslið í Føroyum. Á Toftum verður dystur millum Føroyar og Grikkaland.

Í dag verður farið undir U19 EM-undankapping í Føroyum. Fýra lond eru í bólkinum, og umframt Føroyar er talan um Grikkaland, Wales og Ungarn. Føroyska landsliðið hevur vant miðvíst til hesa kapping, og longu fyrradagin savnaðist føroyska landsliðið til kappingina.

Fleiri leikarar úr bestu deildini
Sum áðurnevnt skulu føroysku garparnir í eldin í dag móti grikkum á Svangaskarði klokkan trý. Grikskur fótbóltur hevur tikið seg nógv fram seinnu árini, og sum tey flestu vita, vann Grikkaland jú evropameistaraheitið í fótbólti í summar.
Sunnudagin skal Føroyar royna seg móti Ungarn á Tórsvølli, og týsdagin í komandi viku fara føroyingarnir aftur inn á Svangaskarð, har teir skulu spæla seinasta dystin, ið verður ímóti Wales.
Landsliðsvenjarin, Abraham Løkin, hevur tikið út 18 leikarar til kappingina, og millum teirra eru fleiri, sum eru fastir fúsir á ymiskum 1. deildarliðum her heima. Teir 18 leikararnir eru hesir: Svenn Jacobsen, Poul T. Dam, Páll M. Joensen og Jóhann Ejvind R. Mouritsen úr HB, Tórður Thomsen og Debes Danielsen úr NSÍ, Símun Louis Jacobsen úr GÍ, Jóhan V. Gunnarsson úr B36, Fritleif í Lambanum úr ÍF, Jóhan Petur Poulsen og Ovi Magnussen úr B68, Arnbjørn T. Hansen og Leif Niclasen úr EB/Streymi, Poul N. Poulsen úr VB, Julian Samuelsen úr KÍ, Jónas Tór Næss, Gunnar Nielsen og Bogi Hermansen úr BK Frem.