U19-kvinnur til Noregs

U19-landsliðið í kvinnuflogbólti fer nú til Noregs, har tær skulu kappast um NM-heitið

Flogbóltur

 

Kappingin verður leikt í Randaberg í Noreg beint uttanfyri Stavanger, og eru Føroyar í bólki við Noreg og Onglandi, sum er gestalið í kappingini.

Í hinum bólkinum eru Danmark, Svøríki og Ísland.

Føroyska liðið var eisini við til hesa kapping í fjør ár, og tá endaður tær á 4. plássi frammanfyri Ongland og Ísland, sum Føroyar vunnu ávikavist 3-2 og 3-0 á.

Liðið tapti tá 3-0 ímóti Noreg, men vunnu 1 sett ímóti bæði Danmark og Svøríki.

Fysti dysturin hjá Føroyum verður fríggjamorgunin ímóti Noreg, og næsti dysturin verður leygarmorgunin móti Onglandi.

 

Á Føroyska liðnum eru:Elsa Nielsen, Ruth Thomassen, Annika á Stongum, Helga Guttesen, Birgit Guttesen, Unn Petursdóttir, Kate Kalsø, Eina Kalsø, Sóley Poulsen, Ella Joensen, Sólvá Dimon og Katrin Petersen.

 

Venjarar eru Magnus Tausen og Niclas Joensen.