Føroyska U19 kvinnulandsliðið er boðið at luttaka í IHF/EHF Women´s Challenge Trophy 2016, sum verður í Tbilisi í Georgia dagarnar 8. til 13. mars 2016. Kappingin er fyri gentur føddar í 1997 og seinni.
Hini londini sum luttaka eru Albania, Armenia, Belgia, Kypros, Georgia, Letland og Malta. Nú skoðbrái er stutt, hevur HSF heitt á Flemming Oliver Jensen, sum kennir genturnar væl, at standa fyri liðnum. Íalt skulu 14 leikarar við til Georgia.
Venjarin hevur tikið hesar leikararnar út til bruttohópin, sum hevur fyrireikandi venjingar seinni í februar. Endaligi hópurin verður tikin út eftir venjingarnar.
Tær úttiknu eru:
Annika Fríðheim Petersen, GOG
Vár Højgaard Thomsen, Kyndil
Margit Fríðmundsdóttir Weihe, Neistin
Gudrun Restorff Olsen, Kyndil
Guðrið Poulsen, StÍF
Kristina Poulsen, Stjørnan
Jórun Bech Nielsen, Stjørnan
Beinta Bárðardóttir, Kyndil
Hanna Hildibjartsdóttir Hansen, Kyndil
Siw Matras, TMS Ringsted
Katarina Høj, GOG
Magna Tórðardóttir, Kyndil
Rannvá Dahl Hanusson, Neistin
Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Fríða á Dunga, Neistin
Sonja Lava Sirdal, Kolding IF