U19 HM: Føroyar eru favorittar móti Portugal

Dysturin móti Portugal byrjar klokkan 12

Longu klokkan 12 í dag fær føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti høvið at reisa seg aftaná vónbrotið í fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi.

 

Føroyar spæla á middegi móti Portugal í HM-endaspælinum í Kroatia ein Play Off dyst um at sleppa at spæla dyst sunnudagin um fimta plássið.

 

Megnar U19-landsliðið at vinna í dag fáa teir eina betri endastøðu enn U21-landsliðið, ið endaði á einum sjeynda plássi í HM-endaspælinum í Týsklandi fyrr í summar.

 

Portugal tapti ígjár 25-35 (14-20) fyri Danmark í fjórðingsfinaluni.

 

Sjey altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Føroyar sum favoritt.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,40 og 1,46.

 

Oddsini upp á sigur til Portugal liggja millum 3,29 og 3,50.

 

HER eru oddsini:

##med2##