U19-flogbóltslandsliðini kappast um NM

Í gjár fóru føroysku U19-landsliðini í flogbólti hjá gentum og dreingjum, til Danmarkar at spæla við í kappingini um Norðurlendska Meistaraheitið, sum nú verður nevnt Nevza Cup.

 
Føroysku genturnar eru í bólki saman við Svøríki og Íslandi, og í hinum bólkinum eru Danmark, Norra og Ongland.
Genturnar leika sín fyrsta dyst í dag ímóti Íslandi og seinni í kvøld verður leikt ímóti Svøríki.
Venjarar hjá gentunum eru Magnus Tausen og Niclas Joensen.
 
Leygardagin verða fjórðings- og semifinalur og sunnudagin skulu finalurnar spælast.
 
Eisini U-19 dreingirnir skulu spæla í somu kapping. Har luttaka fimm lond, og eru liðini tey somu sum hjá gentunum, burtursæð frá Íslandi, sum onki dreingjalið hevur meldað til. Her verður spælt einaferð móti hvørjum øðrum, áðrenn liðini koma heim aftur mánadagin.Venjarar hjá dreingjunum eru Romica Øster og Suni Juul Petersen.