Føroyska u19-landsliðið tapti í dag 1-0 móti Kýpros. Hetta var dysturin um at enda nummar tvey í bólkinum, og í gjár metti Eyðun Klakstein, venjari hjá u19-landsliðnum, at talan fór at vera um ein sera javnan dyst.
Og soleiðis varð. Tá alt kom til alt, vóru tað tvey brotsspørk, sum avgjørdu dystin, annað tá einans 5. minuttir vóru spældir, hitt tá vit vóru farin fimm minuttir út um teir vanligu 90.
Fyrra brotssparkið fekk Kýpros heilt tíðliga í dystinum. Dómarin metti, at Teit Jacobsen hevði felt ein kýpriota inni í brotsteiginum og Nikolas Matthaiou gjørdi alt rætt, tá hann setti bóltin í netið.
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, tó at hvørki lið kom til teir heilt mongu ella stóru málmøguleikarnar.
Sum annar hálvleikur leið legði føroyska liðið meiri trýst á fyri at fáa útjavnandi málið. Hetta gjørdi, at dysturin opnaði seg meiri og bæði liðini fingu fleiri málmøguleikar.
Tað var tó ikki fyrr enn langt út í yvirtíðina, at tað veruliga gjørdi mun. Í evstu løtu brýtur Teit Jacobsen seg ígjøgnum kýpriotisku verjuna, men verður feldur av kýpriotiska málmaðurin. Brotsspark til Føroyar og reytt kort til málverjan.
Davd Müller, sum skeyt sigursmálið í dystinum móti Montenegro var maðurin, sum tók ábyrgdina at taka brotssparkið á seg. Hann gjørdist tó ikki hetjan í dag, tá hann kiksaði frá brotssparkblettinum.
Føroyar enda tí nummar trý í sínum bólki, við trimum stigum og málúrtøkuni -5. Kroatia og Kýpros fara víðari úr bólkaspælinum í endaspælið.
90. minutti: David Müller brendi brotssparkið, sum Føroyar fingu tríggjar minuttir inn í yvirtíðina.
90. minutti: Brotsspark til Føroyar. Málmaðurin hjá Kýpros, Paraskevas, fær reytt kort fyri at fella Teit Jacobsen.
88. minutti. Kýpros fremja sína seinastu útskifting.
86. minutti: Horna til Føroyar. Pætur Petersen tekur tað, men einki spyrst burtur úr.
81. minutti: Føroyar fremja tvær útskiftingar. Út fara Hannis Agnarsson og Ari Olsen. Inn koma Hjalti Kárason Djurhuus og Erlendur Magnusson.
78. minutti: Horna til Kýpros. Fiakas sendir bóltin inn fyri, men Charalampous rakar ikki málið.
74. minutti: Hadjipaschalis roynir seg enn einaferð, men heldur ikki hesaferð rakar hann málið.
68. minutti: Føroyar fremja sína fyrstu útskifting. Út fer Petur Knudsen og inn kemur Pætur J. Petersen.
67. minutti: Hadjipaschalis roynir seg við einum skoti, men hann rakar ikki málið.
66. minutti: Hornaspark til Føroyar. Petur Knudsen sendir bóltin inn fyri málið, men einki spyrst burtur úr.
64. minutti: Charalampous sendir bóltin móti málinum, men rakar við síðunar av. Kýpros fremur sína aðru útskiftin.
61. minutti: Janus Svabo Samuelsen fær enn ein møguleika, men hesa ferð bjargagr kýpriotiski málverjin.
60. minutti: Stórur møguleiki til Kýpros. Matthaiou roynir seg enn einaferð, men rakar ikki málið.
59. minutti: Teit Jacobsen skjýtur móti málinum, men skotið verður blokerað av kýpriotisku verjuni.
56. minutti: Janus Svabo Samuelsen roynir seg við einum skoti, men tað fer við síðunar av.
54. minutti: Stórur møguleiki til Føroyar, men Petur Knudsen rakar ikki málið við skotinum.
52. minutti: Horna til Kýpros, sum Panteli leggur inn fyri, men onkur kemur burtur úr. Kýpros hevur júst framt sína fyrstu útskifting.
45. minutti: Hornaspark til Føroyar. Petur Knudsen tekur, men einki spyrst burtur úr og dómarin bríkslar fyri, at fyrri hálvleikur er at enda komin.
Í hinum bólkinum er Kroatia á odda 2-0 móti Montenegro.
40. minutti: Góður málmøguleiki til Kýpros. Málskjúttin Matthaiou roynir seg við einum skoti, men Rói Mørk Hentze í føroyska málinum bjargar.
31. minutti: Hornaspark til Føroyar, men einki spyrst burtur úr.
15. minutti: Teit Jacobsen hevur eitt skot móti málinum, men málverjin bjargar.
9. minutti: Hannes Agnarsson skjýtur bóltin við síðunar av.
5. minutti: Mál til Kýpros. Nikolas Matthaiou setti bóltin í netið og so var 1-0 til Kýpros.
3. minutti: Føroyska liðið fekk onga serliga byrjan í dystinum, tí longu í fjórða minutti bríkslaði dómarin fyri brotssparkið til Kýpros. Tað var Teit Jacobsen, sum feldi ein kýpriota í brotsteiginum í samband við hornasparkið.
3. minutti: Hornaspark til Kýpros.
Føroyska liðið er:
Rói Mørk Hentze (B36) - Andri Benjaminsen (NSÍ), Ólavur Niclasen (KÍ), Bjarni Petersen (B36), Ari Olsen (Skála) - Jákup B. Andreasen (KÍ), Janus Svabo Samuelsen (07 Vestur), Petur Knudsen (NSÍ) (Pætur J. Petersen, B36, 68. minutti) - Teit Jacobsen (HB), Hannes Agnarsson (B36), David Müller (AC Horsens).
Føroyska u19 landsliðið spælir í løtuni avgerandi dystin í bólkaspælinum í undankappingini til EM-endaspælið. Mótstøðuliðið er Kýpros.
Føroyar vunnu fyrsta dystin á Montenegro 2-1, men taptu síðani 0-5 móti Kroatia. Kýpros vann 1-0 á Montenegro, men tapti 0-4 móti Kroatia. Vinnarin av dystinum í dag fer víðari úr bólkaspælinum. Endar dysturin við javnleiki er møguligt, at Føroyar koma víðari sum ein av bestu trýarunum, sum tað verður nevnt. Kýpros hevur betri málmun enn Føroyar, og tí mugu Føroyar vinna, skal landsliðið enda millum tvey tey bestu.