U19: EM hópurin úttikin

Pætur S. Clementsen hevur nú sett nøvn á tær 20, sum skulu umboða Føroyar til EM undankappingina í Belgia síðst í oktobur

Sum liður í fyrireikingunum til EM undankappingina, spældi U19 genturnar tveir góðar vinardystir í Litava í september - Mynd: FSF

Tað er ein rimmar avbjóðing, sum bíðar føroysku U19 gentunum í EM undankappingini hesaferð. Við at vinna sín bólk í undankappingini í vár, hevur U19 landsliðið við gentum sum tað fyrsta føroyska landsliðið tryggjað sær sæti í A-deildini hjá UEFA.

 

Lutakastið avgjørdi, at Føroyar komu í bólk saman við Belgia, Írlandi og Hollandi, og undankappingin verður spæld í Tubize í Belgia í døgunum 25. til 31. oktober.

 

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 20 spælararnar til kappingina:

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Petra Hoydal, AaB (Danmark)

 

Súsanna L. Godtfred, B36

 

Marita Lisberg, EBS/Skála

 

Natalia D. Olsen, EBS/Skála

 

Sólja Ernstdóttir, EBS/Skála

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Astrid Mittfoss, HB

 

Fríða M. Jakobsen, HB

 

Anna S. Carlsen, HB

 

Gunnvá Lutzen, HB

 

Lea T. Johannesen, HB

 

Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)

 

Jórun Najma Patawary, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Fríða Magnussen, Víkingur

 

Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur

 

Leikskráin hjá U19 gentunum sær soleiðis út:

 

25.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Holland – Føroyar

 

28.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Írland – Føroyar

 

31.10.2023 kl.15.00 (14.00 føroyska tíð): Føroyar – Belgia

 

Sum liður í fyrireikingunum til EM undankappingina, spældi U19 genturnar tveir góðar vinardystir í Litava í september - Mynd: FSF