Tað er undankappingin fyri U19-landslið hjá dreingjum, har Føroyar eru í bólki saman við Montenegro, Kroatia og Kypros, sum í dag fór av bakkastokki í Montenegro. Í dag var fyrsta umfar á skránni, har Føroyar dystaðust við vertirnar úr Montenegro.
Tað var annars heimaliðið, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og 1-0 var eisini støðan í hálvleikinum. Men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Hannes Agnarsson úr B36 fyri Føroyar, og løtu seinni var tað David Muller úr AC Horsens, sum er sonur fyrrverandi landsliðsframherjan, Jan Allan Muller, ið skoraði føroyska sigursmálið.
Hin dysturin í bólkinum endaði við 4-0 sigri til Kroatia á Kypros.











