U18 landsliðið vann stórsigur á MTV Lübeck

Í morgin bíðar ein væl størri biti, Týskland, sum altíð er at rokna millum fremstu hondbóltstjóðirnar.

Mynd: HSF

HSF skrivar: - Føroysku U18-mennirnir vunnu í kvøld ein tryggan 37-25, sigur á týska liðnum, MTV Lübeck, eftir at Føroyar vóru á odda 16-12 í hálvleikinum. Talan var um venjingardyst undan Nations Cup, sum byrjar í morgin.

 

Fyritreytirnar fyri dystinum í kvøld vóru ikki tær bestu. Flogferð úr Føroyum tíðliga í morgun til Keypmannahavnar, bussur til Rødby, ferja til Puttgarten og síðani bussur til Lübeck, har hitastigini vóru omanfyri 30. Liðið var eisini uttan Paula Rasmussen, sum var sjúkur og Lýðar í Dímun, sum ikki er tøkur fyrr enn í morgin móti Týsklandi. Talan var tó um ein vinardyst móti lokalu MTV Lübeck, undan Nations Cup, sum byrjar í morgin, har mótstøðuliðini eru Týskland og Niðurlond.

 

Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men vístu okkara so líðandi betri góðsku, har tað serliga var bakketan, sum gjørdi málini fyrstu løtuna. Eisini stóð verjan væl við ágangandi verjuspæli. Dysturin var í løtum merktur av nógva hitanum í høllini, har bólturin bleiv sveittutur og hálur og blivu heldur nógvar tekniskar villur. Føroysku venjararnir fingu við dystinum allar 14 leikararnar á vøllin í bæði fyrra og seinna hálvleiki og roynt ymsar uppstillingar í bæði verju og álopið. Talan var sostatt um ein góðan dyst fyri Nations Cup og komandi EM-endaspælið í Montenegro í august.

 

Í morgin bíðar ein væl størri biti, Týskland, sum altíð er at rokna millum fremstu hondbóltstjóðir, bæði hjá ungdómi og teimum vaksnu. Dysturin í Hansehalle byrjar kl. 17.30, føroyska tíð, og kann stroymast her fyri 5.99 euro. https://handball-globe.tv/nations-cupSkrivar HSF. 

 

Dystargongdin:

 

5 min. 5-3

 

10 min. 6-4

 

15. min. 8-5

 

20 min. 12-6

 

25 min. 14-9

 

30 min. 16-12

 

35 min. 20-12

 

40 min. 23-16

 

45 min. 27-21

 

50 min. 30-21

 

55 min. 33-22

 

60 min. 37-25

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Fríði Holm í Innistovu 7 (1)

 

Rúnar Hammer 7

 

Magnus Árason 6

 

Filip Haldansen 5

 

Helgi Jakob Haldórsson 4

 

Jón Midjord 3

 

Jógvan Andreas Lamhauge 2

 

William Napoleon Djurhuus 1

 

Torkil Debes Dahl 1

 

Haraldur Karlsson 1

 

Mynd: HSF