U18-kvinnurnar: Einki EM-endaspæl á hesum sinni

Føroyska U18-landsliðið hjá kvinnum hevði leygardagin møguleika at spæla seg til EM-endaspæl fyri smátjóðir seinni í ár. Kravið var, at tær vunnu á Luksemburg, men tað megnaðu tær ikki. Tær taptu 3-0.

Av tí at bæði Føroyar og Luksemburg høvdu tvey stig og settúrtøkuna 3-3, var hesin dysturin avgerandi fyri, hvat av liðunum skuldi spæla seg víðari í EM-endaspælið fyri smátjóðir, sum verður leikt á Kýpros á páskum. Aftur hesaferð komu føroysku kvinnurnar illa frá byrjan, og hóast tær í løtum stríddu seg væl inn aftur í dystin, vóru tær ov stuttar og taptu dystin 3-0.

Sama søgan
Eitt, ið hevur verið alt ov gjøgnumgangandi í hesum undanspælinum, hevur verið, at Føroyar er komið langt afturum beinanvegin í so at siga øllum settunum. Tann sama var søgan í hesum dystinum, sum í ov stóran mun var søgan um eitt føroyskt lið, ið allatíð kom at renna aftaná Luksemburg.
Servurnar hjá Luksemburg vóru ótrúliga góðar og settu beinanvegin trýst á tær føroysku genturnar, sum høvdu trupult í móttøkuni og harvið eisini trupult við at fáa álopsspælið at koyra. Tá ið so lagt var upp til álop, endaðu sløgini ov ofta aftanfyri baklinjuna. Føroyar fingu bara níggju bóltar í hesum fyrsta settinum.

Væl við
Í næsta settinum vóru tær føroysku nógv betur við í dystinum. Føroyar vann fyrsta bóltin í settinum, men so endurtók søgan seg. Tað kom fullkomin stígur í og Luksemburg kom á odda 8-1. Føroyar stríddu seg inn aftur í settið og umvegis einum væl eydnaðum time-out og fleiri sera góðum servum frá Rebekku Magnussen, komu Føroyar á odda 13-12. Tá raknaði Luksemburg við aftur og kom á odda 18-14, áðrenn Føroyar enn einaferð svaraðu aftur og komu á odda 20-18. Hesa løtuna kókaði tað í høllini, sum var væl vitjað og nærmast fullsett henda dagin.
Í avgerðini av settinum vóru tær føroysku tó ikki nóg kaldar, gjørdu nógvar villur og taptu settið 25-22.

Taptu stórt
Aftur í hesum settinum vóru tær ikki við frá byrjan. Luksemburg kom skjótt á odda 7-1 og 12-4, og tá tóktist tað eins og tær føroysku fóru niður við høvdinum. Sannleikin var eisini tann, at støðið í spælinum hjá Føroyum ikki samsvaraði við tað støðið, ið Luksemburg hevði lagt fyri dagin. Føroyar stríddust tó væl, fingu nógvar bóltar upp úr gólvinum og skaptu nógvar góðar bóltar. Tað var bara ikki nokk henda dagin, og Luksemburg vann settið 25-14 og harvið dystin.

Liktinstein og Luksemburg
Við hesum úrslitinum gjørdist tað greitt, at føroyska U18-kvinnulandsliðið ikki megnaði at spæla seg í EM-endaspælið. Liktinstein vann bólkin og sleppur til endaspælið saman við Luksemburg, meðan Føroyar og Írland gjørdust ov stuttar.
Nevnast skal, at føroyska liðið er sera ungt. Ein er bara 14 ára gomul, tær flestu 16 ár og bara tvær eru 17 ára gamlar. Tær skuldu tískil havt góðan møguleika fyri at ment seg fram ímóti bæði U18- og U19-kappingum í framtíðini.