U18 hjá HB vunnið greipuna

Føroyameistaraheitið kom í hús eftir 4-1-sigur ímóti KÍ í Gundadali í kvøld.

U18-dreingirnir hjá HB kunnu nú kalla seg greipuvinnarar. Tað kunnu teir eftir 4-1-sigur ímóti KÍ í Gundadali í kvøld. Tey trý stigini eru nóg mikið til at teir nú – hóast ein dystur er eftir at spæla – eru føroyameistarar.

 

Herfyri gjørdist HB eisini steypavinnari við sigri á NSÍ. Tað er eisini júst NSÍ, sum hevur elt HB í landskappingini, men hóast NSÍ vann 3-1 ímóti 07 Vestur í kvøld og trý stig eru á muni við einum dysti eftir, so er HB føroyameistari. Teir hava nevniliga staðið seg betur innanhýsis ímóti NSÍ.

 

HB hevur vunnið sær 40 stig, meðan NSÍ hevur 37 stig. Tey hava tó møguleika at vinna sær enn fleiri, tí enn er eitt umfar eftir. Tá skal HB á vitjan hjá Víkingi, meðan NSÍ fær vitjan av EBS/Skála.