So bragdaði aftur hjá U18 kvinnunum í European Open. Føroysku kvinnurnar vunnu ein flottan 27-20 sigur á Finnlandi, eftir 15-8 í hálvleikinum.
Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Marianna G. Eystberg 7, Brynja Høj 6, Tóra Eliasen 4, Gudrun R. Olsen 3, Marianna H. Jacobsen 3, Súsanna P. Nolsøe 2, Guðrið Poulsen 1, Guðrið á Borg 1
Føroysku kvinnurnar spæla millumrundu í dag, har tær kappast um plássini 13-18 í kappingini. Finnland vann í gjár 26-24 á Litava, sum Føroyar skal spæla ímóti kl. 14.00 í dag. Vinna føroysku kvinnurnar tann dystin skulu tær spæla um 13-14 pláss í morgin móti antin Fraklandi ella Eysturríki. Støðan í bólkinum kann síggjast her: http://www.eurohandball.com/eopen/18/women/2014/round/1/Final+Tournament
Tekstur og mynd: hsf.fo