U18 EM: Føroyar møta Kroatia í næstseinasta dystinum

Føroyska U18 manslandsliðið spælir í morgin klokkan 11

Fyrrapartin klokkan 11 í morgin spælir føroyska U18 manslandsliðið hálvfinalu móti Kroatia um rættin at spæla um trettanda plássið í EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Tapa okkara fyri Kroatia skulu teir spæla endastøðudyst um fimtanda plássið móti taparanum av dystinum millum Kekkia og Eysturríki.

 

Tað alt avgerandi er at enda á minsta lagi fimtanda plássinum, ið gevur rættin at kappast í HM-endaspælinum fyri U19-landslið komandi summar. Enda okkara á sekstanda plássinum standa vit við svartaperi.