U17 landsliðið hjá dreingjum spældi í dag málleysan javnleik móti Kýpros. Talan er um annan dystin í Elitu umfarinum til EM U17 endaspælið.
Føroyska liðið tapti fyrsta dystin 4-0 fyri Írlandi, men í dag gekk væl betri. Føroyska liðið spældi málleysan javnleik móti vertstjóðini, Kýpros.
Føroyska liðið hevði ikki stórvegis trupulleikar av heimaliðnum, men tað gekk strilti við at skapa stórar málmøguleikar. Føroyska liðið hevði ein stóran møguleika stutt fyri tíð, men Stefan Radosavlevic fekk ikki beint bóltin móti málinum.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, hevði føroyska liðið tvey hornasprøk, men tað bleiv ikki umsett til mál. Írland vann 1-0 á Slovakia. Sostatt kann Føroyar vinna seg víðari við sigri á Slovakia í seinasta dystinum.
Tað eru átta bólkar, har allir átta bólkavinnararnir koma víðari, meðan sjey av átta 2’arum koma víðari.
Kýpros – Føroyar 0-0 (0-0)
Fakta:
Skot: 10 – 7
Skot á mál: 4 – 4
Bjargingar: 4 – 4
Rangstøður: 3 – 1
Gjørd fríspørk: 10 – 16
Bólkur 8:
1. Írland 6
2. Slovakia 3
3. Kýpros 1
4. Føroyar 1