U17-venjarin: Hetta er á hædd við Landskrona

- Hetta er ímillum tey størstu brøgdini nakrantíð í føroyskum landsliðsfótbólti, sigur annar av venjarunum hjá U17-landsliðnum

Føroyska U17-landsliðið hjá monnum skrivaði í gjár føroyska fótbóltssøgu, tá ið tað fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist Føroyum at spæla seg víðari úr undan-undanspælinum hjá U17-landsliðum. Við sigri ímóti Kekkia, tapi ímóti Sveis og javnleiki ímóti Luksemburg endaðu Føroyar nummar tvey í bólkinum, og harvið skulu okkara dreingir spæla í Elitumfarinum í mars 2017, har møguleiki verður at spæla seg í EM-endaspælið fyri U17-landslið.

 

Les eisini: U17 spældi seg víðari

 

Venjararnir, sum saman við leikarunum framdu hetta bragd, vóru Áki Johansen og Pól F. Joensen. Áki Johansen kallar hetta úrslitið hjá U17-dreingjunum fyri nakað av tí størsta, ið nakrantíð er hent í føroyskum landsliðsfótbólti.

 

- Tað er so stórt, at tað næstan ikki kann lýsast. Hetta er tað størsta, sum nakrantíð er hent í føroyskum ungdómsfótbólti. Úrslitið hjá okkum í hesari undankappingini er á hædd við sigrarnar hjá A-landsliðnum ímóti Eysturríki í Landskrona í 1990 og nýligu sigrarnir ímóti Grikkalandi, sigur Áki Johansen við in.fo.

 

- Hetta úrslitið er kollveltandi fyri okkum. Vit hava verið við í nógv ár eftirhondini. Vit hava ikki eingongd verið nær við áður at spæla okkum víðari til síðstu undankappingina í U17-landsliðsfótbólti, men nú hava vit brotið hendan ísin. Nú kunnu vit koma enn longri uttan at skula hugsa, at tað kanska ikki letur seg gera. Hetta eigur eisini at vera ein kickstartari fyri føroyskan ungdómsfótbólt yvirhøvur, leggur Áki Johansen afturat.

 

Sum tað er sæð við føroyska A-landsliðnum, so kunnu óvæntaðir sigrar hava sera jaliga ávirkan á plaseringina hjá Føroyum á koeffisientlistanum, sum UEFA og FIFA ganga eftir.

 

- Okkara úrslit merkir eisini, at Føroyar helst flúgva upp á koeffisientlistanum hjá UEFA fyri U17-landslið. Við tíðini hava vit møguleikan at enda í bólki við londum, sum vit í nógv størri mun hava møguleika at vinna ímóti, sigur Áki Johansen at enda.

 

Áki Johansen og Pól F. Joensen hava verið venjarar hjá U17-landsliðnum í átta ár, og nú eydnaðist tað loksins at fáa liðið víðari úr undan-undankappingini, sum liðið hevur tikið lut í øll hesi árini. Hjartaliga til lukku við tí!