U17: Taptu eisini móti Eysturríki

Føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Eysturríki, tapti leygardagin 2-0 fyri vertstjóðini

Eftir at hava tapt stórt í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Eysturríki, reistu føroysku U17-dreingirnir seg, tá 2. umfar í kappingini varð spælt leygardagin, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Hesaferð var tað vertslandið, ið var mótstøðuliðið, og úrslitið gjørdist 2-0 til Eysturríki. Beint fyri steðgin fingu eysturríkarar brotsspark, sum varð sett í netið, og tá eitt gott korter var eftir at spæla fekk heimaliðið aftur mál, og vann harvið við tveimum málum móti ongum.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Slovenia 1-0 á Kosovo. Úrslitini leygardagin hava við sær, at slovenar eru fremst við fullum stigatali, meðan Kosovo og Eysturríki hava 3 stig í part. Føroyar hava enn fyrsta stigið til góðar.

 

Seinasta umfar verður spælt týsdagin 12. oktober klokkan 14:30 føroyska tíð. Føroyar spæla móti Kosovo, og í hinum dystinum møtast Slovenia og Eysturríki.