U17 roynir seg í Danmark

U17 landsliðið er á venjingarlegu í Danmark, har liðið hevur spælt tveir dystir. Fyrst var talan um ein 2-2 javnleik ímóti Hvidovre, har føroyska liðið kom aftur úr við tveimum málum, tá bara eitt korter var spælt. Brandur Suðuroy og Magnus Egilsson fingu tó hála ein javnleik heim fyri føroyska liðið, og í gjár tryggjaði Ári M. Danielsen føroyingum ein sigur, tá liðið vann 1-0 á B93.