U17- og U21-menn til Íslands

Komandi vikuskiftið fara føroysku U17- og U21-manslandsliðini til Íslands, har liðini fara at spæla tveir venjingardystir hvør móti Íslandi, skrivar Hondbóltssambandið

Komandi vikuskiftið fara føroysku U17- og U21-manslandsliðini til Íslands, har liðini fara at spæla tveir venjingardystir hvør móti Íslandi, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Dystirnir verða leygardagin og sunnudagin á Kaplakriki, sum er heimavøllurin hjá FH í Hafnafirði. Dystirnir verða stroymdir og verður leinki lagt út seinni.

 

U17-landsliðið skal í summar luttaka í European Open í Svøríki, har liðið skal kappast í døgnum 5. – 9. juni. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Ísrael, Finnlandi og Hollandi.

 

Hjá U21 eru dystirnir móti Íslandi liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi dagarnar 20. juni – 2. Føroyar eru í bólki saman við Angola, Japan og Spania.

 

Venjararnir hjá U17-landsliðnum eru Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson, meðan Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava U21.

 

Venjararnir hava úttikið ein breiðan U17-leikarahóp til dystirnar í Íslandi og kappingarnar í summar, har ávísir leikarar eru við móti Íslandi, aðrir bert European Open, og ávísir báðum. Hjá U21 verður HM-hópurin úttikin eftir dystirnar móti Íslandi.

 

Dystirnir liggja soleiðis:

 

Leygardagin 3. juni kl. 16.00 U17 Ísland – Føroyar

 

Leygardagin 3. juni kl. 18.30 U21 Ísland – Føroyar

 

Sunnudagin 4. juni kl. 15.00 U17 Ísland – Føroyar

 

Sunnudagin 4. juni kl. 17.30 U21 Ísland – Føroyar

 

U17-landsliðið:

 

Málverjar:

 

Ingi Johannesen, H71 (Ísland)

 

Nóa Larsen, EB (Ísland)

 

Torkil Skála, ÍA (Svøríki)

 

Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF (Svøríki)

 

Útispælarar:

 

Magnus Árason, Neistin

 

Magnus Rubek Carlsen, H71

 

Filip Haldansen, VÍF

 

Jón Midjord, H71

 

William Napoleon Djurhuus, H71

 

Brian Eyðfinnson, Neistin (Svøríki)

 

Jákup Egholm, H71

 

Helgi Halldorsson, H71

 

Torkil S. Dahl, VÍF (Svøríki)

 

Haraldur Karlsson, H71

 

Jógvan Andrias Lamhauge, Ajax København

 

Lýðar í Dímun, Neistin

 

Bogi Jógvansson Christiansen, Neistin (Ísland)

 

Rúnar Hammer, Ajax København

 

Fríði í Innistovu, VÍF

 

Jógvan Svarthamar, VÍF (Ísland)

 

U21-landsliðið:

 

Málverjar:

 

Pauli Jacobsen, H71

 

Rói Borum Davidsen, KÍF

 

Útispælarar:

 

Janus Dam Djurhuus, ÍBV

 

Pauli Høj, Neistin

 

Baldur Gillason, H71

 

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Aarhus

 

Bogi Hansen, H71

 

Kristoffur Bjørgvin, VÍF

 

Pauli Mittun, Kristiansand Topphåndbold

 

Brian Slyne, KÍF

 

Ovi Lützen, Neistin

 

Sveinur Olafsson, H71

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71

 

Ísak Vedelsbøl, Neistin

 

Sakir Tróndarson Frýdal, H71

 

Kristian Jensen, VÍF