U17 og U19 spæla í dag

Kl.15 seinnapartin í dag skal skulu føroysku U17- og U19-landsliðini hjá monnum í eldin í NM-kappingini fyri U17-landslið, sum verður spæld í Føroyum.

 

Føroyska U17-landsliðið spælir kl.15 ímóti Onglandi við Djúpumýru í Klaksvík. Ongland er við sum gestaluttakari.

 

Fyri at fylla kappingina til átta lið, har U17-landsliðini hjá Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Finnlandi, Svøríki og Onglandi eru við, luttekur altso eisini føroyska U19-landsliðið. Teir spæla kl.15 í Gundadali ímóti Danmark.