U17-landsliðið úttikið

Nú er greitt, hvørjar manna hópin hjá U17-landsliðnum í kvinnuhondbólti

 

Flemming Oliver Hansen og Bárður Johannesen hava nú gjørt av, hvørjar tær 16 eru, sum skulu manna hópin, nú føroyska U17-landsliðið í kvinnuhondbólti skal spæla EM-undankapping um ein mánað.

 

Kappingin verður spæld í Føroyum, og verða allir dystirnir spældir í Høllini á Hálsi í Havn. Dystarskráin er henda:

Fríggjadagin 13. mars
Kl. 17.00       Russland – Kekkia
Kl. 19.00       Føroyar – Ísland

Leygardagin 14. mars
Kl. 17.00       Ísland – Russland
Kl. 19.00       Kekkia – Føroyar

Sunnudagin 15. mars
Kl. 17.00       Kekkia – Ísland
Kl. 19.00       Russland – Føroyar

 

Tær 16, sum manna føroyska hópin, eru:

Katarina Høj, Drós Ragnarsdóttir og Gunnfríð P. Nólsoy úr Neistinanum.
Marianna G. Eystberg, Súna K. Hansen, Hanna H. Hansen og Magna Tórðardóttir úr Kyndli.
Annika F. Petersen og Maria H. Weyhe úr H71.
Jancy Jacobsen, Sonja Sirdal og Tóra Eliasen úr Stjørnuni.
Vár H. Poulsen úr StÍF.
Beinta Bárðardóttir úr GOG.
Ida Nordfoss úr HIK.
Vár H. Thomsen úr Hjemly IE Hillerslev.

 

Tvey lið fara víðari til EM endaspælið, sum verður í Makedonia í døgunum 13. til 23. august 2015.