Føroyska U17 manslandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Göteborg í Svøríki og kappast í prestisjufullu European Open kappingini.
Fyrrapartin vann føroyska liðið 14-12 (8-3) á Finnlandi.
Fyri løtu síðani var seinni dysturin í dag móti Niðurlondum liðugur. Dysturin endaði við einum greiðum 24-18 sigri til Føroyar. Í steðginum vóru Føroyar á odda 12-10.
Magnus Árason og Jákup Egholm gjørdu aftur hesaferð vart við seg. Magnus skoraði sjey mál og Jákup skoraði seks mál. Móti Finnlandi skutu Magnus og Jákup fimm mál hvør.
Niðurlond-Føroyar 18-24 (10-12)
Málskjúttar: Magnus Árason 7, Jákup Egholm 6, Jón Midjord 4, Rúnar Hammer 3, Fríði Holm í Innistovu 2 og Filip Haldansen 2.











