U17-landsliðið við dreingjum úttikið

U17 landsliðið skal luttaka í menningarkapping

Thomas Thinggaard, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 2. til 9. apríl skal til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Luksemborg og Kosovo eisini við í kappingini, skrivar Fótbóltssambandið.

 

U17-hópurin hevur fyrireikað seg væl til komandi avbjóðing. Fleiri venjingar og venjingardystir hava verið á skránni, og eitt av mótstøðuliðunum hevur verið U17-liðið hjá SønderjyskE.

 

- Eg kenni ikki so nógv til mótstøðulondini, men hetta verður uttan iva ein stór avbjóðing, og vit fara sjálvandi eftir at vinna dystirnar. Hetta er eisini ein kærkomin møguleiki sum fyrireiking til NM og EM, sum verða seinni í ár, sigur Thomas Thinggaard, U17-venjari.

 

Hópurin:

Dánial Danielsen, NSÍ

Súni Hansen, NSÍ

Meinhard F. Janusarson, NSÍ

Leivur Guttesen, HB

Tórur F. Joensen, HB

Ári Arge, HB

Noah Mneney, ÍF

Olaf K. Hansen, KÍ

Børge Petersen, KÍ

Aleks H. Jacobsen, KÍ

Ingolf Tvørfoss, Víkingur

Bergur Poulsen, Víkingur

Eyðbjørn Østergaard, B36

Jónas Warner, B36

Kristian K. Hentze, B36

Jens Erik Bruhn, TB/FCS/Royn

Mikkjal Hellisá, EB/Streymur

Gulak A. Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

 

Skráin

4. apríl Føroyar - Luksemborg

6. apríl Føroyar - Kosovo

8. apríl Føroyar – Norðurírland