U17-landsliðið tapti 8-0

Føroyska U17-landsliðið fekk eina harða byrjan í EM-undankappingini í Týsklandi. Fyrsti dystur var ímóti vertunum, og her tapti føroysku dreingirnir stórt. Úrslitið gjørdist heili 8-0 til Týskland.

Føroyska liðið fekk reytt kort tíðliga í fyrra hálvleiki, og tað gjørdu týsku leikararnir sær dælt av. Stórtalentið, Toni Kroos, sum í ár hevur leikt við besta liðnum hjá Bayern München, skeyt tvey av málunum.