U17-landsliðið reistist aftur

Føroyska U17-landsliðið er í hesum døgum í Týsklandi og leikar EM-undankapping. Byrjanin gjørdist heldur trilvandi, eftir at liðið í fyrsta dystinum tapti heili 8-0 fyri Týsklandi. Men í leygadagin fingu føroysku dreingirnir uppreisn. Í dystinum ímóti Rumenia var føroyska liðið sera væl við í fyrra hálvleiki og spældi seg fram til nógvar málmøguleikar. Í seinna hálvleiki var Rumenia greitt omaná, men heldur ikki teir megnaðu at skora. 0-0 er eitt gott úrslit, tá ið hugsað verður um, at heilar 22 milliónir fólk búgva í Rumenia, og landið als ikki er ein lítil fótbóltstjóð.