Føroyska U17 landsliðið hjá kvinnum vunnu fyri løtu síðan 1-0 á Aserbadjan í triðja umfarinum í EM-undankappingini fyri kvinnur U17.
Einasta málið í dystinum kom í 74. minutti, tá ið Judith Eilersdóttir skoraði føroyska málið. Tað hendi stutt aftaná, at Frederikka Klementsen var um reppið at leggja Føroyar á odda, men rakti tvørstongina.
Talan er um triðja umfar í kappingini, har FSF er vertir fyri bólk 5. Frammanundan hava føroysku kvinnurnar tapt 4-0 móti slovenum og 12-0 móti Norra.
Talan var um síðsta dystin í umfarinum. Við sigrinum tryggjaði Føroyar eitt triðja pláss í bólkinum, meðan Aserbadjan endaði aftast.

U17 kvinnur: Føroyar vunnu á Aserbadjan

