Fyrst í august mánaði skal føroyska U17-landsliðið í fótbólti dystast um NM-heitið. Kappingin í ár verður í Vejle, og ólavsøkuaftan fer føroyska ferðalagið úr Føroyum til Billund.
Upphitingin til NM-kappingina gekk fyri seg í Aberdeen, har Føroyar vunnu kappingina, so talan er um ein hóp við góðum sjálvsáliti, sum nú fer avstað.
Venjarar hjá liðnum eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen, og hava teir tikið út hesar 18 spælararnar. Thomas J. Thomsen, Hallur Hansson, Kristin R. Mouritsen, Jógvan Rói Davidsen HB, Teitur Gestson, Sørmund Kalsø, Dánjal Pauli Lervig KÍ, Heini Vatnsdal, Hanus Mortensen, Mikal Jespersen VB/TB, Jóan Símun Edmundsson B68, Róaldur Jacobsen B36, Viljormur Davidsen, Karl Løkin, Monrad H. Jacobsen NSÍ, Bjarti Hansen, Eli F. Nielsen FSV04, Jens M. Jensen EB/ST.
Umframt teir báðar venjararnar eru Rúni Heinesen, ferðaleiðari, Andras Thomsen, liðleiðari, Fanny Kruse, fysioterapeutur og Lars Müller, sum er dómari, eisini við á ferðini.