Føroyska U17-landsliðið við gentum sleppur av álvara at royna seg, tá liðið í oktober mánað skal taka lut í EM-undankapping í Englandi. Føroyar eru í bólki A3, saman við Englandi, Hollandi og Kekkia.
- Fyri okkara gentur er hetta samstundis góð fyrireiking til stóru uppgávuna í mai komandi ár, tá Føroyar vera vertir fyri sjálvum EM-endaspælinum, skrivar Fótbóltssambandið.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og hon hevur nú kunngjørt hópin til EM-undankappingina um smáar tvær vikur.
Hópurin:
Hanna Ellefsen, BSF (Danmark)
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Durita Vón Vidtfeldt, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Kára Askham Sigurðsson, KÍ/FC Nordsjælland (Danmark)
Elisabet Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Dystaskráin:
17. okt. England – Føroyar (kl. 12:00)
10. okt. Holland – Føroyar (kl. 19:00)
13. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 12:00)











