HB eigur fyrsta steypavinnaran á nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Hetta gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá ið U17-genturnar hjá HB vunnu tryggan 3-0-sigur á KÍ.
Elsa Splidt Jacobsen legði HB á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið hon skeyt eitt hornaspark beinleiðis í málið. Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men HB var neyvari og slapp til hálvleiks á odda 1-0.
Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá ið KÍ-málverjin fór skeiv av einum bólti og Milja R. Simonsen kom ímillum. Hon legði bóltin lættliga í málið til 2-0 til HB.
13 minuttir fyri leiklok staðfesti Elsa Splidt Jacobsen ein tryggan 3-0-sigur til HB, tá ið hon langaði eitt langskot í handara málhorn.
HB spældi sum heild betur og serliga í verjupartinum stóðu tær so væl og hildu KÍ burturi frá málmøguleikum.
Næsta steypafinalan verður hjá unglingum í kvøld kl.20. Hon er ímillum B36 og EB/Streym.
HB - KÍ 3-0 (1-0)
1-0: Elsa Splidt Jacobsen, 23.
2-0: Milja R. Simonsen, 43.
3-0: Elsa Splidt Jacobsen, 67.










