FÓTBÓLTUR: Týsdagin spældi U16 landsliðið við dreingjum fyrra av tveimum EM-dystum, sum liðið skal spæla í Hollandi. Dysturin var móti hollendsku vertunum og hann endaði við stórtapi, 7-0. Í hálvleikinum var støðan 3-0.
U16 liðið er mannað við spælarum, sum hava nógvar royndir í altjóða kappingum, men hetta tykist ikki gera stóran mun, tá liðið spælir móti sterkum europeiskum liðum.
Seinni dysturin hjá U16 liðnum verður í dag, og hann er ímóti Finlandi. Føroyingarnir hava vónir um at fáa betri úrslit í tí dystinum.
Spælarar og leiðarar koma aftur til Føroya fríggjadagin.