U16-landsliðið til Finnlands

Nøvn eru sett á teir 18 leikararnar, ið eru úttiknir til komandi kappingina hjá U16-landsliðnum í fótbólti.

Í døgunum frá 3.-9. august verður árlig NM-kapping í Helsinki, sum er høvuðsstaðurin í Finnlandi. Øll norðurlondini luttaka í kappingini, og harumframt eru landslið hjá Montenegro og Kýpros við sum gestaluttakarar. 

 

Venjararnir hjá U16-landsliðnum, Áki Johansen og Pól F. Joensen, hava úttikið hesar 18 spælararnar:

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Gundur E. Petersen, Valur (ICE)

Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur

Fróði P. Rasmussen, B36

Stefan Radosavljevic, TB

Hanus Sørensen, HB

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Steffan Løkin, NSÍ

Lukas G. Giessing, FC Midtjylland (DEN)

Jógvan Petersen, HB

Bjarti V. Mørk, HB

Dann Fróðason, 07 Vestur

Filip í Liða, AB

Tórur Jacobsen, KÍ

Elias Moustage, AaB Ålborg (DEN)

Sveinur Lava Olsen, HB

Pól Jákup Lundsbjerg, NSÍ

 

Dystarskráin hjá føroyska landsliðnum er hendan:

 

Mikudagin 3. august: Føroyar-Svøríki

Fríggjadagin 5. august: Føroyar-Ísland

Sunnudagin 7. august: Føroyar-Montenegro

 

Hesir tríggir dystir eru bólkaspælsdystir. Týsdagin 9. august eru plaseringsdystir á skránni, har mótstøðuliðið avhongur av gongdini í bólkaspælinum. Mikudagin 10. august setir føroyska ferðalagið aftur kósina heim ímóti Føroyum.