U16 klárar til European Open

Føroysku U16-kvinnurnar skulu í komandi viku kappast í European Open í Gøteborg í Svøríki

Føroysku U16-kvinnurnar skulu í komandi viku kappast í European Open í Gøteborg í Svøríki. Sunnudagin fer liðið avstað úr Føroyum til Svøríkis, har tær hava fyrstu tveir dystirnar mánadagin.

 

Føroyska liðið hevur fyrireika seg væl. Liðið hevur vant nógv saman og var í Íslandi herfyri, har liðið spældi tveir javnar dystir móti Íslandi. Í vikuni var liðið eisini á team-building túri í Vestmanna, har venjing og ymiskt sosialt var á skránni. Venjarar hjá føroysku U16-kvinnunum eru Agnar Joensen og Kristinn Guðmundsson.

 

Skráin fyri bólkaspælið sær soleiðis út:

 

Mánadagin 4. juli klokkan: 09.15 Svøríki – Føroyar

 

Mánadagin 4. juli klokkan: 15.30 Føroyar – Montenegro

 

Týsdagin 5. juli klokkan: 10.00 Føroyar – Hollandi

 

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður leikt millumrunda og síðani plaseringsdystir. Allir dystir verða stroymdir á ehftv.com.