Føroyska U16 landsliðið hjá gentum tapti í kvøld ímóti Finnlandi í EM-kappingini, sum er í Høllini á Hálsi hetta vikuskiftið.
Finsku genturnar vunnu sannførandi 3-0, og tað var týðiligt, at føroysku genturnar høvdu trupult við at fáa tamarhald á sterka finska liðnum. Góðu servurnar, trygga verjuspælið og hørðu smashini hjá Finnlandi vóru nokk tað, ið kostaði føroysku gentunum dystin. Finnland eru mettar sum favorittur at vinna kappingina, og eru nú í finaluni ímóti Danmark.
Men tað lá í kortunum, at hendan EM-kappingin fór at blíva ein avbjóðing fyri Føroyar. Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, segði í Degi og Viku í gjár, at málið um at vinna kappingina var nakað órealistiskt fyri føroyingar. Tí hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping. Ætlanin er at menna hetta liðið, soleiðis at næstu ferð, genturnar skulu luttaka í altjóða kapping og dystum, er liðið enn sterkari við altjóða royndum sum frá hesari EM-kappingini.
Í morgin spæla Føroyar ímóti Svøríki, har spælt verður um triðja plássið.
Úrslit:
Finnland - Føroyar: 3-0
1. sett: 25-13
2. sett: 25-13
3. sett: 25-11