U15 vann stórsigur

Føroyska U15 landsliðið vann heili 13-0 á norska liðnum Tjensvoll í Aberdeen International Football Festival týskvøldið

Føroysku U15 og U17 landsliðini eru í hesum døgum við í altjóða fótbóltskapping í Aberdeen. Hetta er ein afturvendandi kapping, har føroyska landslið hava tikið lut seinastu árini.
U15 landsliðið hevur higartil spælt tríggjar dystir, og liðið hevur vunnið allar. Fyrsti dysturin endaði við 10-0 sigri til Føroyar. Í gjár spældi liðið tveir dystir. Fyrst ímóti sterka liðnum Dundee United, og her vunnu Føroyar 1-0. Heini Vatnsdal, sum spælir fyri samanlagda dreingjaliðið í Suðuroy, skoraði málið.
Seinni dysturin í gjár endaði við nýggjum stórsigri til Føroyar. Føroyar legði seg fram um beinanvegin í dystinum, og tá ið eitt gott korter var farið, høvdu Føroyar skorað fýra mál. Málveitslan helt fram, og tilsamans skoraðu føroysku spælararnir 13 mál.
Helgi Samson úr KÍ skoraði fýra mál, og hann hevur nú skorað átta mál tilsamans í trimum dystum. Jógvan Skeel úr HB skoraði 3, Sørmund Kalsø úr KÍ 2, Ivan Joensen úr KÍ, Ludvík Súnason úr HB, Andrias Eriksen úr SÍF og Sørin Samuelsen úr HB skoraðu hvør sítt mál.
Føroyska U15 landsliðið hevur vunnið allar sínar tríggjar dystir higartil og mikudagin spæla teir seinasta dystin í bólkaspælinum. Hann verður ímóti russiska liðnum Gomel.
U17 landsliðið vann í gjár 3-2 ímóti vertunum úr Aberdeen. Føroyar vóru tvær ferðir aftanfyri, men tað eydnaðist at koma afturíaftur og vinna. Málini hjá Føroyum skutu Klæmint A. Olsen úr NSÍ, Eli Simonsen úr KÍ og Erling Jacobsen úr GÍ.
Kappingin í Aberdeen heldur fram alla hesa vikuna.