U15 liðið hjá Racing Club de Montevideo hevur spælt fyrsta dystin á Føroya-ferðini hjá sær.
Fyrr í dag spældi Racing Montevideo móti føroyska U15-landsliðnum á Tórsvølli. Áðrenn dystin heilsaðu FSF-forsetin, Christian Andreasen og uruguayanski heiðurskonsulin í Føroyum, Ivan Eginsson Eysturland uppá spælararnar, og tjóðsangirnir hjá Uruguay og Føroyum vóru spældir.
Racing Montevideo vann dystin 2-0. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Fyrra málið kom longu aftaná níggju og eitt hálvt sekund, og seinna málið kom tá 25 minuttir vóru spældir. Spælt var 2 x 35 minuttir.
Føroysku venjararnir, Jan M. Laursen og Jens Erik Rasmussen fingu roynt fleiri spælarar, og fingu tí ein gagnligan venjingardyst. Hópurin hjá Uruguay fegnast í sínum lagi um, at teir megnaðu at vinna á Føroyum.
Aftaná dystin tóku liðini mynd saman við málið, ið stendur móti FSF-húsinum.
Í annaðkvøld klokkan 19 spælir Racing Montevideo móti U15-liðnum hjá KÍ í Leirvík.
Jan M. Laursen og Jens Erik Rasmussen sendu boð eftir hesum spælarunum at koma til venjing hjá U15-landsliðnum, og fleiri av teimum sluppu at royna seg móti Racing Montevideo í dag:
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Einar Torgrimsson, 07 Vestur
Olivur Thomsen, TB
Ólavur J Poulsen, Víkingur
Markus á Lakjuni, ÍF
Hanus Højgaard, B68
Jákup Nesá, B68
Svend Danielsen, B68
Jón Petur Thomsen, NSI
Tummas Johansen, B36
Marius Árting Allansson, B36
Carl Mikkelsen, B36
Hóri Reginsson, B36
Høgni Heinason, FC Hoyvík
Óli Mittún, FC Hoyvík
Ari Arnason, AB
Tobias E. Hansen, HB
Emil E. Hansen, HB
Tyrni í Sjúðagarði, HB
Niklas Gaard, HB
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Jónatan Nattestad, 07 Vestur
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Pætur Andreasen, Víkingur
Fríði í Innistovu, B36
Hanus Reinert, B36
Mattias J. Hellisdal, B36
Andrass Antoniussen, HB
Jonas Samuelsen, HB
Bartal Páll Klein, HB
Thomas Bjørn Miezen, HB
Teitur Justinussen, HB
Baldur Niclasen, HB
Ervin Rasmussen, Skála
Trúgvi Hávardson, Skála
Suni H. Petersen,B71