U14-genturnar hjá KÍ við stórsigri

U14-genturnar hjá KÍ eru steypavinnarar eftir ein 5-0-stórsigur ímóti felagsliðnum B68/NSÍ í finaluni á Tórsvølli í dag.


Tað vóru KÍ-genturnar, sum høvdu væl meiri spæl, og tær megnaðu eisini at avgera dystin longu í fyrra hálvleiki við eitt nú tveimum málum frá Evy á Lakjuni.


Leingi var líkt til at 3-0-hálvleiksstøðan eisini fór at gerast endaliga úrslitið, men við tveimum málum í yvirtíðini kunnu tær úr Klaksvík fegnast um ein finalustórsigur.


B68/NSÍ – KÍ 0-5 (0-3)

0-1: Tórunn Joensen, 4.

0-2: Evy á Lakjuni, 7.

0-3: Evy á Lakjuni, 16.

0-4: Tóra Eliasen, 40+.

0-5: Tórunn Joensen, 40+.