Hondbóltssamband Føroya hevur í dag sent 24 dreingir til Danmarkar, har teir skulu halda til í Jútlandi og eisini sleppa ein túr til Týsklands. Dreingirnir, sum eru árgang 2002, hava verið partur av hondbóltsmenningini hjá HSF í vetur.
Á ferðini skulu leikararnir spæla venjingardystir ímóti økisliði úr miðjútlandi, Skjern og Skanderborg. Leygardagin fer ferðalagið til Týsklands, har teir ungu føroyingarnir sleppa at síggja Bundesliga-dystin ímillum SG Flensburg-Handewitt og ThSV Eisenach.
Eisini fer ferðalagið at hyggja eftir U16-hálvfinaluni ímillum Flensburg-Handewitt og SG Kronau/Østringen. Føroysku Hørður Trygvason og Brandur Halgirsson spæla við hesum Flensburg-Handewitt-liðnum.
- Talan er um eina ferð, har hondbóltur, venjing og dystir eru í hásæti. Endamálið við túrinum er, at leikararnir fáa góðar hondbóltsupplivingar og sjálvir uppliva hvat krevst av einum, tá nógv venjing og dystir eru á skránni sama dag í fleiri fylgjandi dagar. Tískil verður eisini gingið høgt uppí, at leikararnir fáa rættan kost og neyðugu hvíldina millum venjingarnar og dystirnar, skrivar HSF.