Lutakastið, í samband við EM-undankappingarnar komandi ár hjá yngru landsliðunum við dreingjum, hevur verið í Nyon í Sveis í morgun.
Føroyska U17-landsliðið kom í bólk A, saman við Skotlandi, Írlandi og Gibraltar. Kappingin verður spæld í Írlandi frá 22. til 27. september 2014.
Umframt EM-undankappingina, skal føroyska U17-landsliðið komandi ár eisini uttaka í NM-kappingini, sum verður í Danmark fyrstu dagarnar í august.
U19 til Norður Írland
Fyri føroyska U19-landsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar kom í bólk saman við Norður Írlandi, Russland og Kekkia.
Norðurírar verða vertir fyri kappingini, sum verður frá 9. til 14. oktober komandi ár.









