U-landsdystir: Ísland fór við øllum av Svangaskarði

Ísland vann báðar dystirnar, tá føroysku U15-landsliðini við gentum og dreingjum møttu U16-landsliðunum hjá Íslandi í venjingardystum á Svangaskarði týsdagin

Bæði liðini stríddust í sólini á Svangaskarði - Mynd: Hans Erik Danielsen

Ísland vann báðar dystirnar, tá føroysku U15-landsliðini við gentum og dreingjum møttu U16-landsliðunum hjá Íslandi í venjingardystum á Svangaskarði týsdagin, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tað endaði við 4-0 og 5-1 sigrum til Ísland, tá fyrst U15-dreingirnir, og síðan U15-genturnar hjá Føroyum fingu møguleikan at royna seg móti U16-landsliðunum hjá Íslandi í venjingardystum á Svangaskarði á Toftum týsdagin.

 

Føroyski málskjúttin á Svangaskarði hendan dagin var Ró Reginsdóttir, tá hon tók íslendsku verjuna á bóli, og fekk takklað bóltin í netið. Eitt gott mál, sum vísti viljan og stríðsandan hjá føroyska liðnum.

 

Hósdagin 18. august møtast liðini aftur á Tórsvølli. Klokkan 15:00 fara genturnar á vøllin, og klokkan 17:30 spæla dreingirnir. Venjingardystirnar hjá gentunum eru fyrst og fremst fyrireiking til Baltic Cup 2022, sum verður í Lettlandi í komandi viku.

 

##ms##

 

Bæði liðini stríddust í sólini á Svangaskarði - Mynd: Hans Erik Danielsen