U-21 tapti 2-0

Fyri fyrstu ferð nakrantíð spældu Føroyar í gjárkvøldið EM undankappingardyst fyri U21 landslið. Dysturin varð spældur á útivølli ímóti Kroatia, sum vann 2-0. Málini skoraðu teir í 23. minutti og í yvirtíðini í 2. hálvleiki.

Føroyska manningin: Gunnar Nielsen ? Jónas þór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Poul Thomas Dam, Einar Hansen ? Pætur Jørgensen (Tummas Hans Rubeksen, 66.), Bogi Løkin, Levi Hanssen (Magnus Olsen, 46.), Emil Nolsøe Leifsson, Jóhan V. Gunnarsson (Fritleif í Lambanum, 88.) ? Kristoffur Jacobsen.

Føroyar skulu mikukvøldið spæla í Albania. Í fyrrakvøldið tapti Albania 4-0 í Italia.