U-21 mótstøðan skal finnast

Skotland, Kassakhstan, Cypros, Malta, San Marino, Estland, Aserbadjan, Luksemburg, Liktenstein og Montenegro eru saman við Føroyum styrkismett í veikasta bólkinum, tá lutakastið verður á Hotel Hilton í Stockholm í morgin.

Lutakastið er háttað soleiðis, at í einum bólki verða tvey av niðast styrkismettu liðunum, og ivaleyst vónar føroyska ferðalagið, at Føroyar kunnu koma í slíkan bólk. Tí hóast ein størri bólkur ber hægri ferðaútreiðslur við sær, so eru ítróttarligu útlitini betri í slíkum bólki.

Fíggjarligi parturin kann tó vigað tungt, um Føroyar enda í sama bólki sum Kasakhstan, tí tað er á ongan hátt ókeypis at flyta heilan landsliðshóp hálvan veg kring klótuna.

Liðini, sum eru í pottinum, eru annars styrkismett soleiðis:

Bólkiur A: Holland, Portugal, Italia, Frakland, Týskland, Belgia, Serbia, Kekkia, Danmark, Spania.

Bólkur B: Russland, Ongland, Kroatia, Ísrael, Sveis, Ungarn, Rumenia, Ukraina, Slovakia, Slovenia.

Bólkur C: Turkaland, Grikkaland, Pólland, Hvítarussland, Noreg, Bosnia-Hersegovina, Ísland, Bulgaria, Litava, Moldova.

Bólkur D: Eysturríki, Letland, Wales, Írland, Norður Írland, Makedonia, Georgia, Armenia, Albania, Finnland.

 

Í føroyska ferðalagnum eru Bill McLeod Jacobsen, landsliðsvenjari, Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, og Magnus á Stongum, nevndarlimur.