U-21 kapping í Føroyum

Heimsmeistararnir úr Russlandi verða millum mótstøðuliðni hjá føroyska U-21 landsliðnum í manshondbólti

 

Hondbóltur


Fýra ár eru liðin, síðani HSF av álvara fór undir arbeiðið við yngru landsliðnum, og fyri núverandi U-21 árgangin merkir hetta, at tey eru tey fyrstu, sum nú hava veirð ígjøgnum alla landsliðsskipanina hjá HSF.

Ein kapping er eftir fyri teirra viðkomandi, og nú er líkt til, at liðið sleppur at runda av í Føroyum.

Lutakastið vildi tað soleiðis, at Føroyar komu í bólk við Russlandi, Jugoslavia og Cypern, og hesi hava heitt á Føroyar um at skipa fyri kappingini.

Petur Ove Petersen, formaður í HSF, sigur við Sosialin, at talan helst veðrur um eina kapping her heima, og at hendan væntandi verður í mei mánaði.

Um útlitini fyri kappingina er annars at siga, at okkara menn neyvan skulu gera sær alt ov stórar vónir um at fáa stig burtur úr dystunum.

Russland kemur higar við einum liði, sum kann rópa seg heimsmeistara, og tó at Jugoslavia ikki vann seg til endaspælið seinast, er lítið at ivast í, at talan er um eitt rættiliga sterkt lið .Tað sama er helst eisini galdandi fyri Cypern, sum hevur havt stóra framgongd seinnu árini, og millum annað hava cypriotar vunnið trygt á føroysku dreingjunum, tá liðini hava kappst í yngru bólkunum.